- Project Runeberg -  Lesibók /
427

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tí tá kennir mín sál ei til køvandi stúra.

Tú unglingi fríi, sum heimið skal bera,
gloym ikki, teg sjálvan tú búnan mást gera
tH at røkja títt land, lat’ei rustetast brand,
og lat framburð og reinleika altíð títt frímerki vera!

Hans Andreas Djurhuus.

Á Malungstindi.

Svinn millum fjöll kann eg vötnini skoða,
völlurin kring tey ber hásummarsbúna,
eldreyð í sólsetri reynini loga,
hamarin — læstur sum ólisin rúna —
stendur sum merki um fornaldartíð.

Hart stóð í himni og heiminum stríð,

vatn oysti loftið, og eld goysti foldin,

tá stoyptust klettar, av teimum mólst moldin.

Tindur hjá tindi á gránandi ævi
durva í uppruna túsundárs dreymi,
droyma um, tá teir úr sjóðandi kavi
nýskaptir vóðu í rúkandi streymi...

Glerið kom, skövaði skalla og kinn,
djúpt át seg kuldin í hellurnar inn,
fölnaðu urtir, ið væl bóru prísin. ..
tindarnir droyma um eldin og ísin.

Stormskýggj í skýferð úr sunnan í norðan —
eins og stór herskip, ið jaga hvört annað —
troðka seg fram, har er skúran og skorðan,
síðst siglir kongsskipið, væl er tað mannað;
aftaná svimur ein gapandi björn.

Skúturnar bólkast i fúkandi ódn,
smyldrast, umskapast, spjaðast og hópast,
verða so böklar, sum norðeftir sópast.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0445.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free