- Project Runeberg -  Lesibók /
416

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Sukkandi bar hann hjartað
inn fyri ta halgu mynd.

Hann græt, tá hann knæfall gjördi,
og bað, sum eitt útmøtt kind:

Tú reina, signaða jomfrú,

Jesusar mamma vön,
tú himnadrottningin ríka,
hoyr mína innstu bøn!

Eg búði hjá mammu míni
í Köln, í tí stóra bý,
hvar hundraðtals bønhús og kirkjur
rætta seg upp móti ský.

Har búði um hurð við okkum
Greta, sum nú er deyð —

Maria, tak hetta hjartað,
og mína hjartans neyð.

Grøð tú mítt sjúka hjarta —
so vil eg tær prísa og biðja
á kvóldi sum morni snimma:
signað verði tú, Maria!

III.

Tann sjúki sonur og mamman
svóvu í kvirru nátt.

Tá steig hon jomfrú Maria
so stillisliga um gátt.

Hon rætti seg yvir tann sjúka,
órógvaði ei hans blund,
kíndi bert eymt hans hjarta,
brosti og hvarv í stund.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0434.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free