- Project Runeberg -  Lesibók /
405

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tarvaðist. Ár 1647 gav kongurin Chr. IV eisini til skúlans
50 spesiudálar, og Niels Trolle, ið herj’virmaður var í
Ros-kildi, gav eisini 50 spesiudálar. Hesir 100 spesiudálar skuldu
standa í rentu hjá próstunum í Føroyum, og skuldu teir
hvörjar páskir gjalda 6 ríksdálar í rentu til fátæk skúlabörn,
og skuldu teir seta teirra náðinsár í veður fyri pening, rentu
og skuld, ið á kundi koma. Hans Rasmussen gav 1648, táið
hann var próstur, »obligatión« fyri peningin og lovaði at
gjalda hann óskornan aftur; men vegna at hetta kundi verða
próstunum til vansa, keypti Norðoyaprestur og próstur Hans
Cabrielsen Mittens fyri peningin tvær merkur í jörð í
Trungis-vági í Suðuroy (»Skúlans merkur«) fyri at renturnar so
kundu fáast av jörðini. Rentan av jörðini skuldi vera 7 gl.
4 sk. ella 6 ríksdálar; men hesar báðar merkurnar kundu
ikki útreiða renturnar. Leigan var 36 pör av hosum ella 5
gl. 8 sk. í peningi.

Eisitii fekk skúlin ein garð í Norðadali, sum seinri skal
umtalast. Leysar inntökur ella gávur hevði skúlin ongar.
Presturin Chr. Fers sigir 1710, at tað einasta hann veit,
hann hevir fingið öll tey 18 ár, hann hevir verið lærari, er
ein tunna av lýsi, sum hann fekk frá pápa at einum av
lærusveinunum, táið hann fekk »testimonium academicum*
(prógv).

Táið presturin var einsamallur lærari, og, sum Lucas
Debes sigir, hann ikki hevði nógva tíð at fáast við skúlan.
ofta var forðaður á mangan hátt, var gamal og sjúkligur,
vóru fruktirnar av skúlaarbeiðinum ikki stórar. Lærlingarnir
upplærdust mest »in primis elementis*1. Tó hava væl
mang-ir her lagt grundina til tann vitskap, teir seinni eru komnir
langt í. Fólk sýnist ikki at hava haft stóran hug fyri
skúl-anum. Fyrst í tí 18. árh. var skúlastovan í ringum standi;
presturin (Chr. Fers) bað biskupin um hjáip, men
biskupur-in svaraði aftur, at fólkið sjálvt skuldi halda skúlan við líka.
Til tess hevði fólk ring evni og minni vilja.

Skúlin var fyrst og fremst latínskúli, hvar latínska málið

1 í teim fyrstu undirgrundum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0423.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free