- Project Runeberg -  Lesibók /
343

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Lat okkum minnast so leingi vit anda,
hvar vöggan mundi standa,
verja um gávuna, teir okkum góvu,
norðurmáls ljóðið.

Ein kvistur spratt av góðum runni,
gekk tó ei á lunni;
av norrønu tungu rann Føroyja málið
so hart sum stálið.

Um fornkempur nú vildu vitja aftur,
vit kundu staðið fattir
og svara, at aftur hevði fingið ljóðið
tað máhð, teir góvu.

»

Tí um enn tað eina ferð var so vorðið,
tað var rikið frá borði,
og hoyrdist ei uttan í einumhvörjum skoti,
var illa brotið,

so hevði tað nú aftur yvirlutan fingið
í kirkju, á tingi,
í hvörjum Føroyingi tá tyntist fyri degi,
akrar skulvu av gleði.

Tá skuldu teir okkum so vinaliga
tey orðini siga:

»Takk, synir og døtur! tit arvin ei gloymdu,
men trúliga goymdu.*

Hvílið tit kvirrir, fornir abbar,

Noregis kappar,

Føroyingar ei ta skomm skulu eiga
úr ætt at bregða.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0361.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free