- Project Runeberg -  Lesibók /
337

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Salomons dómur, vísdómur og ríkidømi.

Stutt ettir, at Salomon hevði tikið við kongadøminum,
komu tvær konur til hansara, at hann skuldi døma teirra
midlum. Tær búðu báðar í sama húsi og høvdu kvør átt
sítt badn. Annað badnið var deytt, og nú segði kvør teirra
seg at eiga badnið, sum ettir livdi. Salomon bað bera
badnið til sín og segði so: »Klúgvið nú badnið sundur, so
at kvør fær sín helmingin.« Onnur konan samtikti í
hes-um; men onnur rópti: »Nei, drepið ikki badnið, men latið

heldur hana fáa tað!« Tá segði kongurin, at henda konan
átti badnið. Hesin dómur frættist um alt landið, og ødl
rósaðu konginum firi hansara vísdóm.

Salomon var friðarkongur, og líkasum Dávið var hann
vinmaður við Hiram kong í Tírus. Teir báðir bigdu nógv
skip og høvdu stóran handil í felag; triðja kvørt ár komu
skip teirra attur fudl av gudli, silvuri, elfinbeini og øðrum
dírgripum. Grannakongarnir sendu honum á kvørjum ári
stórar gávur, og Salomon var óføra ríkur. Hann bigdi stórar
staðir runt um í landinum, og hann bigdi sær eina prúða
kongaborg í Jerúsalem. í kongaborgini læt hann gera eitt
hásæti av elfinbeini og ivirklætt við gudli; seks trappur vóru
upp á hásætið, og á kvørjari trappuni lógu tvær gudlløvur;
slíkt hásæti var ikki áður sætt í nøkrum landi. Ødl bikarini,
hann hevði at drekka úr, og ødl ílátini á borði hansara vóru
av reyðargudli, og ikki av silvuri, tí silvur var á hansara
døgum ikki virt meira enn grót.

Salomon var sera vitugur; vitugari enn adlir aðrir menn.
Hann talaði 3000 orðtøk, og kvæðir hansara vóru 1005;
hann talaði um adlar vøkstir, stór trø og smáar urtir, um
djór og fuglar, ormar og fiskar. Úr ødlum londum komu
menn at hoyra vísdóm hansara. Drottningin í Saba kom
at vitja Salomon og føra honum gávur. Tá ið hon fór
av-stað attur, segði hon: »Eg trúði ikki tí, sum eg hoyrdi um
teg; nú síggi eg, at eg havi ikki frætt helvtina; tú ert nógv
vitugari og ríkari, enn tíðindini ganga av.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0355.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free