- Project Runeberg -  Lesibók /
327

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

§ 15.

Alt skriftligt, sum bankaráðið útsendir, eigir at
undir-skrivast av formanninum og einum av hinum limunum. Hvat
tað samlaða bankaráðið játtar upp á bankans vegna, bindur
hann.

§ 16.

Teir bankaráðslimir, ið búgva í Havn, skulu eisini hava
tilsjón við tí dagliga starvi bankans upp á tann máta, sum
tað samlaða bankaráðið fastsetur. Ráðið fastsetur hartil ta
løn, sum teir skulu fáa fyri tað. Bankaráðslimirnir fáa annars
vinningspart eftir § 32 og flutningsgjald.

B. Bankanevndin.

§ 17.

Bankanevndin skipar fyri, hvussu tað dagliga starvið
eigir at vera gjört. Limirnir í bankanevndini eru teir í
Før-oyum búgvandi bankaráðslimir, fyristöðumenninir og
kassa-meistarin. Tað samlaða bankaráðið fastsetur talið av
fyri-stöðumonnunum, útnevnir teir og setur teir av, avger korini
fyri teir, setur magnaskil teirra millum og fastsetur, hvat
hvör teirra eigir at gera.

Bankaráðið setur skipan fyri útbankar.

§ 18.

Fyristöðunevndin stendur sum álitismaður bankans í
dagligum fyritökum.

Hon útnevnir og setur av við samtykki av
bankaráðin-um fyristöðumenn fyri útbankar, kassameistara og bókhaldara
og eftir egnum ráði hinar tænastumenn bankans.
Fyristöðu-nevndin eigir at fylgja tær ásetingar, sum bankaráðið skipar
fyri, tá ið hon og tænastumenninir fastseta treytir fyri virki
teirra. Kassameistarin skal geva passaliga trygging.

Fyristöðumenninir mega ikki standa í skuld til bankan.

§ 19.

Bankaráðið fastsetur, hvussu mangir eiga at undirskriva
fyri at binda bankan í dagligum fyritökum. Hetta verður
kunngjört so, sum í § 33 er ummælt.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0345.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free