- Project Runeberg -  Lesibók /
312

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Um svövnur mundi frá mær flýggja,
um húsið náttartíð varð mær ov trongt,
eg kom at ánni her.

Tann tunga trá væl lættnaði,
sum míni tár tey runnu her
í stríðan streym.

Ny kur:

Ein vetur fór; so tokan lætti av.

Við ánna her, sum tú við sukk og tárum
fyrr útoysti tína sorg,

um várið Tórstein fyrstu ferð teg tók í favn.

Ingibjörg:

Ja, her hann tók meg í sín sterka favn,
og gleðin streymaði í hvörja hjartavrá.

Sum fyrsta vársól stígur yvir fjallið, soleiðis kom hann.
Mær dalurin varð tvífalt ljósur,

hvör blóma varð mær tvífalt meira fríð og ynnilig,
hvör fuglur, sum til reiðrið pjökin dróg,
mær sýndist syngja tvífalt vakrari,
enn fyrr eg hevði hoyrt tað.

Nykur:

Ið hvussu högt um dagin sólin gongur,

um kvöldið fer hon tó til viða;

um hon um summartíð fer högt og víða,

tað kemur eftir vetrartíð, tá hon ei meir í dalin skínur.

Nú veturin er komin tín at vitja,
og einki summar kemur eftir.

Ingibjorg:

Nei, einki summar kemur.eftir.

Ny k ur:

Tórstein er deyður.

Sum lukkan fyrr var stór, so er nú sorgin tvífalt størri.

Ingibjörg

(syngur):

Hjartansfegin var eg. Ljósar dreymar droymdi meg um

mín hjarta svein,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0330.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free