- Project Runeberg -  Lesibók /
310

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað,
sjálvbjargin far yvir land, yvir hav:
maður skal smíða sær lukkuna góða
við teimum evnum, sum skaparin gav.
Gott er við vinum at fylgjast á leið,
ofta í vanda tó vinirnir tróta,
hann sum vil fram á, hann gloymi tí ei
sjálvur sær slóðir at bróta.

Heimferð.

Stórt er við strúkandi byri á dýrdar sjógvi at fara,
størri at stríðast í frøi við andstreym og stormin hin harða,
tolin at stýra ta skákandi leið millum boðar, streingir og íður,
ikki at dvína, um sjógvurin illskast og streymur er stríður.
Gongur tað aftur á stundum, so linkar tó broddur um síðir;
hevir tú treystið í trúgv og í vón, tá ið mestur er vandi,
tá ikki tær grettir í »heiminum fríða« at festa fótin á landi.

Úr sjónarleikinum »Hjá dalabóndum«

(eftir C. Hostrup: En Nat mellem Fjældene). .

Tridi partur.

(Ein flöta í viðarskógvi. Lítil á rennur fram. Ingibjörg kemur oman at
ánni. Nykur í ánni.)

Ingibjórg:

(syngur).

Summarnáttin blíða er um grønar líðir lagst, rurar alt í blund;
hjartað fær ei frið at hvíla, tað má líka enn sláa hvörja stund,
má við pínu tita nátt sum ljósan dag,
barmin vil tað spreingja fyri hvört eitt slag,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0328.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free