- Project Runeberg -  Lesibók /
300

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

inum, sum var um nýggjár, hyggja eftir, hvat fólkatalið er
í hvórjari bygd, sum hoyrir til hetta grindadistriktið, og
so rokna út, hvat hvör bygd skal hava í sín part í
gyllina- og skinnatali, so í listanum leita hvalir upp,
sum eru mettir til tað virði, sum hvör skal hava,
tí krutlugt er, tá ið nökur skinn skulu býtast út úr
einum öðrum hvali, sum ein onnur bygd hevir fingið
mestapartin í; so verður seðil skrivaður fyri hvörja
bygd, hvat numar teir hvalir hava, sum henni líknast,
og hetta arbeiðið er ikki lætt at fáa í gott lag, tá ið
skjótt skal verða atborðið, sum allir grindamenninir tráa
eftir, fyri at sleppa sum skjótast heim, at grindin ikki
skal spillast. Vestfallið er komið í firðinum ; nú verður
brátt sjóvað vestur í Vágar, vestursíðuna í Streymoy,
Hest og Koltur; vestanmenninir gerast tí ótolnir eftir
at fáa seðlarnar frá sýslumanninum, og teir ganga og
mala í túninum utanfyri hús hansara; men hann hevir
stongt fyri sær, eingin sleppur inn, fyrr enn liðugt er,
og hann má ikki lata seg órógva, men gera seg deyvan
fyri orðum um at skunda sær, sum utan úr túni
róp-ast inn til hansara; tí tað varðar um, at tað verður
beint skift, so at einki skal verða at kenna honum
um seinnameiri. Men vestanmenninir víkja ikki frá
durunum; fáa teir ikki seðlarnar nú, liggja teir
sjóvar-fallið av sær og noyðast at bíða tvær øktir enn, til tað
verður sjóvað aftur. — — — — Nú verður latið upp
í sýsluinansstovuni: »tólv skinn til bátin!« hesi tíðindi
berast frá munni til munn við skjótheit til allar
grinda-menninar; seðlarnir verða útgivnir, og nú fara bygdar*
menninir at leita, hvör eftir sínum hvali; nú verður
skorið upp og skipað inn í bátarnar so mikið teir
kunnu bera; og undir hesum arbeiðinum standa teir
upp um beltið í sjónum, og í hesum váta karminum
seta teir seg inn í bátin og fáa ikki turr klæði at lata
seg í, fyrr enn teir eru komnir tann ofta langa vegin
heim til sín sjálvs. Nú verður lagt frá landið og tikið
til árarnar, húgvurnar lagdar á bekkin, og
takkarsong-urin Ijóðar nú frá bátum í hunđratal, sum fara av
stað, hvór við sínum tungafarmi; um málið ikki altíð er
so reint, og nógv kann vera at finnast at tónalaginum
sum teir hava til sálmarnar, so hoyrist tó, at
hjarta-lagið er gott, sum ljóðar ígjögnum tað, ið sungið
verður, og mangt hjarta hevir blotnað, og mangt eyga

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0318.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free