- Project Runeberg -  Lesibók /
254

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

durunun — tað er Glimrageiri, ið kemur; trongt er kjá honun
at sleppa inn. Hann setst uttar við dir; Kolbein fer til

hansara og biður hann vera vælkomnan. Nú eru risarnir so
fróðir og móðmiklir og halda alt vita væl við. Hin gamla
Skinnherjan borðreiðir við oksakjøti og seyðakjøti. Alt liðið
setst til borðs: teir tólv risarnir øðrumegin og hini íimm:
brúðurin, brúðgómurin, pápi brúðgómsins, Nodnagestur og
hundurin Hálvihali hinumegin. Átið er óført á risunun: ikki
trítur heldur maturin. Kolbein skeinkir teimun sterkar drikkir:
øl, sum hann sjálvur hevur briggjað, og tað man sláa í

høvdið. Teir drekka hugaliga, og alt veksur kætin; »sum
brim fedlur í urð«, so skramblar í bróstunun á risunun, tá ið
teir drekka. Tá ið teir eru lidnir at eta, spir Kolbein hinar,
kvat teir skulu hava sær til spæls: skulu teir sláa ein dans
upp edla fara at kasta knútur? Teir spirja Gest og Tóra,
kvat teir helst vilja. Tað ið teimun sjálvun best líkar, siga
Gestur og Tóri. Tá sigir Glámur risi: »Køstun vær knútur!*
So velja teir henda leik (ætlanin er at drepa Gest). Glámur
tekur eina knútu, kastar og ætlar á Nodnagest. Óføra sterkir
eru risarnir og beinraknir eisini; men Nodnagestur er tó fim-

ari: hann loftar knútuni, fírar attur og rakar Glám, so eygað

liggur úti á kjálkanun. Glámur sker í eitt gadlróp; verkurin
er so stórur, at hann dansar upp um hedlið av øði, og hinir
mega halda honun. Sámur risi tekur eina knútu og ripar á
Nodnagest. Gestur loftar henni, ripar attur á Sám og rakar
á kjálkabeinið so fast, at tað fer sundur. Risin sker í eitt
geyl, so tað snjedlir ettir í; hann er so vindandi óður.
Gapur risi tekur eina knútu og skal ripa til Gest, men nu
rópar Kolbein risi: »Hetta er óstortligur leikur! best er at

geva uppat, áðrenn fleiri fáa mein.« Sum kvøldið líður,
rennur ølið av attur risunun; teir linka og svøvnur kemur á
teir. Teir sovna brátt adlir uttan Glámur og Sámur, sum
eru so idla viðfarnir; men í endanun sovna teir báðir við.
Nodnagestur og Hálvihali, brúðgómurin, pápi hansara og
brúð-urin, sum eru í einun øðrun kamari, liggja ødl og vaka. Gestur
sigir við hini, at, tá ið neistarnir fara at fúka um hedlið, tá
skulu tey ríma; risarnir róta so idla, tá ið teir sova fast, og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0270.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free