- Project Runeberg -  Lesibók /
207

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

leggja úr tanganun í Todnesi út í hólmin at ganga ettir.
Men sinirnir vóru so grammir at stjala kjøt frá pápanun.
Ein vetur fóru teir ettir ísinun og miðaðu ettir løgarsteinunun.
Teir hava tó ikki verið beint uppi ivir: kelda var í ísinun;
hann brast undir teimun, og teir druknaðu adlir, seks í tali
— hin sjeyndi var ettir; hann var ongantíð uppi í teirra
skálkastrikun. Tá ið hetta frættist í Todnes, tá græt Kálvur
lítli ikki.

Kálvs menn høvdu haft fjadlgongu í Fjalshaga eitt árið,
og Kálvur var farin á rættina til teirra — Klovarætt var tað,
innaníiri bøgarðarnar undir Hamri (tætt undir rigginun, ið
gongur ímidlun vøtnini). Meðan hann stóð og handlaði
seyðin, slepti ein av húskødlunum, sum hevði agg til Kálvs,
einun veðri, sum hann helt á, beint á prestin. Veðurin rendi
høvdið firi bringuna á honun, so hann fadl víðopin. Kálvur
reistist upp attur tigandi; men tá ið hann fór av rættini, segði
hann við húskadlin: »Goldin skulu kultrini úr Slavansdalinun
vera tær!« (Slavansdalur er undir fjadli í Fjalshaga).

Summarið ettir vóru teir, Haraldur Kálvsson og hin
nevndi húskadlurin, farnir til bakka at síga í fuglabergið tað,
sum rópast »á Drang«. Dagin tann, ið teir skuldu verða
drignir upp attur úr berginun, sást Kálvur at ganga attur og
fram úti við eggina. Haraldur segði tá við húskadlin: »ídag
man faðir hava í huga at løna tær bragðið, ið tú gjørdi
honun á rættini í heyst; man tað skjótt fara að vera víst;
skift um klæði við meg!« Húskadlurin so gjørdi, og Haraldur
bant seg íirstur í línuna. Tá ið hann var komin so langt
upp, at Kálvur helt seg kenna húskadlin á klæðunun, tók
hann fram eina brínda øks, sum hann hevði fjalda undir
skikkjuni, setti høvdið út íiri og ætlaði at høgga línuna tvørtur
av. Haraldur, sum hevði haft hann í eygsjón, rópaði tá:
»Høgg tú, um tú vilt! eg eri sónur tín kortini.« Kálvur
kendi røddina á soni sínun og goymdi øksina attur; men
tá ið sonurin var komin upp heilur og var loystur úr línuni,
var hann so idlur, at hann bangaði pápan. Húskadlurin slapp
tá heilur upp eisini og kom ikki attur til Kálvs síðani.

Ádni búði úti í Nesi norðanfiri Hersá. Kálvur fór til

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0223.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free