- Project Runeberg -  Lesibók /
174

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Runsivals strið,

fimti táttur av Karlamagnusarkvæði.

1.

Keisarin situr í hásæti,
tað man ongan vara:

»Hvör vil vera mítt sendiboð
for Angelund kong at fara?«

Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í saðil,
blás í hornið Ólivant í Runsival.

2.

Tí svaraði Róland jall,
tað var helst av sút:

»Gýðin jall av ríkinum,
vær nevna fyrst hann út.«

3.

»Fari eg fyri Angelund kong,
komi eg ikki heim,
tað skal verða tína ævi,
onkur fellur gleim!

4.

Fari eg fyri Angelund kong,«
Gýðin jall talar av bræði:

»tað skal verða deyði tín
og fleiri dreingjum at skaða.«

5.

Hann gekk seg fyri Angelund

kong

við Emunds hövur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi!«

6.

Kastar hann öllum vápnunum
og öllum silvurbondum:

»Hann skal harðan deyða tola,
ið oss førdi hövur í hond!«

7.

Tað var reystur Angelund kongur,
sögur ganga frá,
blóðigar kysti hann varrarnar,
sum hövur á völli lá.

8.

»Taka skal vonda Gýðin ja.ll,
leggjast skal hann í band,
harðan skal hann deyðan tola,
oss flýddi hövur í hand!«

9.

Tí svaraði Gýðin jall,
hann talar so for seg:

»Líkari var tín son at hevna
enn at drepa meg!

10.

Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
sunnan úr öðrum londum,
hann verður ikki við vápnum

vegin,

tekst hann ikki við hondum.

11.

Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
tílíka onga spurt,
vinnur hann eingin í verðini,
møðist hann ikki burt.

12.

Lat tú tær alt liðið samla
valdra manna tjóð
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.

1Q

J.

Tríggjar skaltú herirnar
av tínum landi gera,
og útí tann triðja
skaltú sjálvur vera.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0190.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free