- Project Runeberg -  Lesibók /
87

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Betri byrði

ber ei maður breytum á
enn mannavitið mikið;
betri enn ogn
tykir tað í ókunnum stað,
tað er tiltak hans, iðtreingir.

Smalurnar tað vita,
nær tær skulu heim,
og ganga tá av grasi;
men óvísur maður
kann sær aldri
inaga mál.

Árla skal vakna
hann ið annans mans
fæ ella fjór*) vil vinna;
sjaldan liggjandi úlvur
lærbitan fær

ella sovandi maður sigur.

Ganga skal,
skal ei gestur vera
altíð í einum staø;
leiður verður alvinur,
um hann leingi situr
annans mans póllum á.

Betri er egið búgv,
um lítil er búnaður,
heima er hvór sín harri;

•) fjðr == lív.

um tvær geitir er óll ognin
og ein trong smátta,
tað er tó betri enn bøn.

Um tú vinin eigir
og tú honum væl trýrt
og tú vilt av honum nýtslu

nýta:

sinni skalt tú við hann
blanda
og gávum skifta,
fara at finna ofta.

Um tú eigir annan
og tú honum illa trýrt,

1 vilt tú av honum tó nýtslu

nýta:

fagurt skalt tú við hann

mæla,

hava fals í huga
; og løna svik við lygn.

Ungur var eg forðum,
ferðaðist eg einsamallur,
fór eg tá villur av veginum;
eyð mær tóktist eiga,
tá ið eg annan fann:
maður er mans gaman.

Doyr fæ,
doyggja frændur,
j doyr hann sjálvur somu-

leiðis;

eg veit ein,

ið alđri doyr:

dómur yvir deyðan mann.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0101.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free