- Project Runeberg -  Lesibók /
62

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Frá Hákuni jalli og Sigmundi.

Tað er nú at siga frá Sigmundi, at hann talaði
við Hákun jall, at hann vildi geva upp at við hesum
hernaði og heldur leita vestur til Føroyjar, segðist ikki
longur vilja hoyra tað, at hann hevndi ikki faðir sín,
og at hetta var honum brigslað, og biður nú jallin
veita sær styrk til tess og leggja sær ráð, hvussu hann
skuldi útinna tað. Hákon svarar, at havið er torført
til oyjana og brimið nógv, og at hagar kann ikki
hald-ast við langskipum, — »men eg skal lata gera tveir
knörrir og fáa menn til at fara við tær, so at okkutn
kann tykjast, at alt er væl skipað.* Sigmundur -takkar
honum fyri vælgerð; teir búgvast nú um veturin til
ferðar, og hesi skipini liggja útreidd uni várið, og menn
eru fingnir til teirra. Haraldur kom til hansara um
várið og var fúsur til ferðar við honum. Og tá ið
Sigmundur var úti við at vera ferðarbúgvin, mælti
Hákun jall: »honum ska! maður á leið fylgja, surn hann
vil aftur skal koma.« Jallurin gekk nú út við SigmundL
Tá mælti Hákun: »hvat sigir tú mær til tess: hvönn
hevir tú trúgv uppá?« Sigmundur svarar: »eg trúgvi
á mátt mín og megin.« Jallurin svarar: »ikki eigir

so at vera, men tú skalt leita tær troyst har, sum eg
havi sett alla mína trúgv á, og tað er Torgerð
Hörða-brúður, og vit skulum nú fara at finna hana og liar
søkja tær góða lukku.« Sigmundur bað hann ráða fyri,
og nú ganga teir í skógin á eina vágnbreyt og so á
eina lítla tvörgötu í skóginum, og tá koma teir á eitt
opið pláss, og har stendur eitt hús og grind um;
húsið var ógvuliga vakurt, og gull og silvur var rent
í skurðirnar. Hákun og Sigmundur ganga inn í hiisið
og fáir menn við tcimum; har vóru inong gudabílæti,
og á húsinum vóru nógvir glasgluggar, so at óngar
staðir bar skugga á. Ein kona var har innari í húsinum
við tvórveggin og var prýðiliga skrýdd. Jallurin
kast-aði seg niður fyri føtur hennara og lá leingi; síðani
stendur hann upp og sigir við Sigmund, at teir skuldu
føra henni offur í silvuri og leggja tað á stólin fyri
hana. »Og tað skulum vit hava fyri mark,« sigir
Hákun, »um hon vil taka ímóti tí, at hon, sum eg vildi,
sleppir leysan tann ringin, sum hon hevir á hondini;
av hesum ringi eigir tú Sigmundur at talca lukku tína.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0076.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free