- Project Runeberg -  Lesibók /
56

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

Dímun. Kona Brestirs æt Sissal, sum var norsk av ætt.
Tey áttu ein son, sum æt Sigmundur og var níju ára
gamalur, tá ið hetta barst til; hann var bæði mikil og
menniligur. Beinir hevði frillu, sum æt Tóra, og son
við henni, sum æt Tórir; hann var tá ellivu vetra
gamalur og evniligt ungmenni. Tað er at siga frá eina
ferðina, ið brøðurnir vóru á garði sínum í Dímun, at
teir fóru í oynna lítlu Dímun, sum óbygd er; har lótu
teir ganga seyð og neyt, sum teir ætlaðu at taka til
skurð. Dreingirnir Sigmundur og Tórir bóðu lova sær
við teimum; brøðurnir góvu teimum eftirlæti og so fara
teir til oynna. Brøðurnir hövdu öll vopn síni. So er
sagt frá Brestir, at hann var bæði stórur og sterkur
og bar av hvörjum manni í vopnaføri, vitugur maður
og vinsælur við allar sínar vinir. Beinir bróðir hans
var líkaleiðis dúguligur maður, men kundi tó ikki metast
til javns við bróðurin. Nú fóru teir frá oynni lítlu
Dímun, og tá ið teir strevaðu nógv at koma inn undir
oynna Dímun hina bygdu, sóu teir tríjar skútur koma
ímóti sær, ladnar av fólki og vopnum, og vóru tólv
menn á hvörjari skútu. Teir kendu hesar menn, og var
har fyri teim Havgrímur úr Suðuroy og Tróndur úr
Götu á aðrari skútuni og Bjarni úr Svínoy á teirri
triðju. Teir komust ímillum brøðurnar og oynna, so
hesir náddu ikki at lending síni, men komu upp við
skútuni í öðrum staði í fjöruni; men har var
hamarsklettur fyri teimum, og lupu brøðurnir upp á hann við
vopnum sínum og dreingirnar settu teir har niður hjá
sær á klettin. Kletturin var víður omaná og góður at
verja. Nú koma teir Havgrímur at og hesar tríjar
skúturnar og leypa strax á land og niðan í fjöruna at
klettinum; Havgrímur og Svínoyjar-Bjarni veita strax
atsókn at brøðrunum, men teir verja seg væl og dreingiliga.
Tróndur reikaði eftir fjöruni og fylgi hansara,
og vóru ikki í atsóknini. Brestir vardi klettin har, sum
lættari var at søkja at, men verri til at verja. Nú
bardust teir eina stund, og bardagin stóð á jövnum
føti ímillum teirra. Tá mælti Havgrímur: »Tær treytir
lovaði tú mær, Tróndur, at tú skuldi veita mær dugnað,
og til tess gav eg tær fæ mítt.« »Tu ert so mikið
størri neyt, sum tú ikki kanst søkja at tveim monnum
við tvinnum tylftum manna, og er tað tín háttur altíð
at hava aðrar til skotbjálva fyri teg og torir illa at

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0070.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free