- Project Runeberg -  Lesibók /
37

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)


Úr Njáls sögu.



Tað var siður teirra Gunnars og Njáls, at hvör
teirra sín vetur fór til gestaboðs hjá öðrum fyri
vinskaps sakir. Nú átti Gunnar at koma til veitslu hjá
Njáli, og fóru hann og Hallgerð til Bergtórshólar. Tá
vóru Helgi og kona hans ikki heima. Njál tók væl
móti Gunnari og Hallgerð, og tá ið tey hövdu har
verið nakra tíð, kom Helgi heim og Tórhalla kona
hans. Tá gekk Bergtóra at pallinum og Tórhalla við
henni og mælti Bergtóra til Hallgerðar: »Tú mást
førka teg fyri hesi konu.« Hon svarar: »Ikki førki
eg meg, tí eingin blöka vil eg vera.« »Her ráði eg,«
segði Bergtóra. Síðan settist Tórhalla niður.
Bergtóra gekk at borðinum við vatni at tváa hendurnar
við. Hallgerð tók hond Bergtóru og mælti: »Tit hóska
tó væl saman bæði, tú og Njál: tú hevir kartnagl á
hvörjum fingri, og hann er skeggleysur.« »Satt er tað,«
segði Bergtóra, »men hvörki okkara finst at öðrum
fyri tað; men ikki var Torvaldur húsbóndi tín
skeggleysur, og tó ræð tú hans deyða.« »Lítið gagn er mær
í,« sigur Hallgerð, »at eiga tann mann, ið raskastur er
á Íslandi, um tú ikki hevnir hetta, Gunnar.« Hann
sprakk upp og steig fram yvir borðið og mælti: »Heim
vil eg fara — og er tað sømiligast, at tú klandrast við
heimamenn tínar og ikki í annans mans húsum; annars
eigi eg Njáli manga sømd at løna, og vil ikki vera
kastikleppur tín.« So fóru tey heim. »Minst til,
Bergtóra,« segði Hallgerð, »at vit ikki eru skildar við hetta.«
Bergtóra segði, at ongan skuldi hon frama fáa av tí.
Gunnar legði ikki upp í, og fór heim til Líðarenda og
var heima allan veturin. Líður nú á summarið fram
ímóti tingi.

Gunnar ríður til tings; men áðrenn hann reið
heiman, segði hann við Hallgerð: »Ver nú friðalig,
meðan eg eri burtur heiman, og sýn ongan óvinskap
mót vinum mínum.« »Skammurin beini fyri vinum tínum,«
sigur hon. Gunnar reið til tings og sá, at ikki var
gott at tala hana til rættis. Njál reið til tings og synir
hans allir. Nú er at siga frá tí, ið er til tíðinda
heima. Teir áttu ein skóg í felagi, Njál og Gunnar,
í Reyðuskriðum. Teir hövdu ikki býtt skógin sundur,
men hvör var vanur at högga tað, ið honum törvaði,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0051.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free