- Project Runeberg -  Lesibók /
43

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

eg vísa burtur frændum Hallgerðar, teimum, sum hon
vil, skulu hjá henni vera.« Fáligt var millum hansara
og Gunnars, men Gunnar var tó ikki illur við hann. —

So leið nú fram til tings. Gunnar reið til tings
og Kolskeggur við honum. Og tá ið teir konm til tings,
funnust teir Gunnar og Njál og synir hans. Vóru
teir tíðum saman í góðum vinarlagi. Bergtóra mælti
við Atla: »Far tú upp í Tórólvsfelli og arbeið har
eina viku«. Hann fór niðan hagar og var har á loyningum
og brendi kol í skóginum. Hallgerð mælti við
Brynjólv: »Tað er mær sagt, at Atli er ikki heima;
og man hann vera til arbeiðis í Tórólvsfelli«. »Hvat
tykir tær líkligast, at hann hevir til arbeiðis?« sigur
hann. »Okkurt í skóginum,« sigur hon. »Hvat skal eg
honum?« segði hann. »Drepa skalt tú hann,« sigur
hon. Hann varð nú heldur fáligur. »Minni hevði tykt
Tjóstólvi fyri,« sigur Hallgerð, »hevði hann verið á lívi,
at drepa Atla«. »Ikki skal tær heldur nógv törvast at
eggja meg«, sigur hann. Tók hann tá vápn síni og hest,
stígur á bak og ríður í Tórólvsfelli. Hann sá nógvan
kolroyk eystur frá garðinum. Ríður hann hagar, stígur
hestinum av baki og bindur hann, — men hann gongur har,
sum roykurin er mestur. Sær hann tá, hvar kolgrövin er,
— og er har maður hjá. Hann sá, at hann hevði sett
spjót í völlin hjá sær. Brynjólvur gongur við roykinum
heilt at honum; men hann var ágrýtin í verki
sínum, og sá hann ikki Brynjólv. Brynjólvur hjó í
hövdið á honum við öxi. Hann brá sær við so skjótt,
at Brynjólvur mátti sleppa öxini. Tá treiv Atli spjótið
og skeyt eftir honum. Brynjólvur kastaði sær niður
á völlin, men spjótið fleyg fram yvir hann. »Tað var
nú lukka tín, at eg ikki var búgvin,« sigur Atli, »men
nú man Hallgerð verða fegin, tí tú manst siga henni
deyða mín; men tað er uggan mín, at tú brátt manst
tílíkan enda fáa; men tak nú öxi tína, ið tú hevir mist«.
Brynjólvur svaraði einki og tók ikki öxina, fyrr enn
Atli var deyður. Reið hann tá heim í Tórólvsfelli og
segði víggið. Síðan reið hann heim til Líðarenda og
segði Hallgerð tað. Hon sendi mann til Bergtórshólar
og læt siga Bergtóru, at nú var dráp Kols lønað. Síðan
sendi Hallgerð mann til tings at siga Gunnari víggj
Atla. Gunnar stóð upp og Kolskeggur við honum.
Kolskeggur mælti: »Til lítlan frama munu frændur

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0057.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free