- Project Runeberg -  Lesibók /
354

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

út frá Orknoyggjunun og knítt fastari til sjálvt Noregsland.
Tá munu helst hesar oyggjar vera givnar Hákuni í len, og
Føroyar eisini um somu leið. Frá 1280 gerst hann
Het-lands og Føroya lensharri av gavni og ikki bert av navni,
og sum slíkur knítir hann tá báðar oyggjabólkar nærri
sam-an og gevur teimun løgmann í felagi. Sum Føroya
lens-harri er tað Hákun hertugi og ikki Eirikur kongur, eldri
bróðir hans, ið gevur Føringun seyðabrævið í 1298. Eirikur
doyði annars stutta tíð ettir, á tí 13. juli 1299, í Bergen, og
ikki fudlan mánað ettir deyða hans varð Hákun krónaður í
Niðarósi sum Noregs kongur, á tí 10. august.

Ætlast kann, at Edlindur í Kirkjubø hevir haft eina
hond uppi í hesun verki, at Føroyar og Hetland bæði vóru
knítt saman til eitt lagdømi. Hann virkaði við ágrítni firi tí
at eyka um kirkjuveldið í Føroyun, so sum dømi eru til, og
væl kom honun tað við, at Hetland og Føroyar komu saman
undir ein og sama løgmann, og at hesin løgmaður fekk setur
í Hetlandi; tí í Hetlandi mátti hesin løgmaður koma til at
sita, av tí at tað var tað tídningarmeira landið tá av báðun;
tað var fólkaríkari og nærri Noregi. Á tann hátt kom
Edlindur ats vera ovasti maður í Føroyun og kundi betur
virka fyri tí, sum hann vildi og stevndi at. Hann var sera væl
kendur bæði við Magnus kong og so við unga Hákun
her-tuga, sum sókti ráð hans. í filgibrævinun, sum hertugin
sendir Føringun saman við seyðabrævinun, kadlar hann
Edlind sín xandliga faðir og kærasta vin«. Ikki er at ivast
í, at ein maður sum Edlindur førdi sær sum mest til gagns
tey líkindi og tær vónir, ið honun buðust til at virka firi
sínun miði og marki. Var hann hertugans ráðgevari, so
hevir hann eisini verið tað í slíkari høvuðsak, sum Hetlands
og Føroya sameining var.

Hann tikist hava vunnið níggjar inntøkur til Føroya
kirkju av »sakaroyrun« edla sektarpeningun, um so er, at
orðið »tær (til tín)« síðst í grein 3 í seyðabrævinun sipar til
hansara, hvat ið líkindi eru til, ettir tí sum áður er frágreitt.

í Edlinds síðstu tíð er tó fløkja komin midlun hansara
og Hákunar kongs, av tí at klagur um biskupin og harðar

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0372.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free