- Project Runeberg -  Lesibók /
338

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Salomon biggir templið.

Hitt viðgitnasta av ødlum, sum Salomon bigdi, var
templið. Tað bigdi hann á heygginum Moria í Jerúsalem;
og Hiram sendi honum smiðir og steinhøggarar og setrisvið
norðan av Libanons-fjødlum. Templið var 60 alin langt
og 20 alin breitt, og var líkasum Tabernaklið bítt í tvey
rúm. Hitt allarhalgasta var 20 alin langt, breitt og høgt;
men hitt halga var 40 alin langt, 20 alin breitt og 30 alin
høgt. Framman firi eystara enda var forgarðurin, 10
alin tvørtur við adlari breiddini á húsinum. Veggirnir um
templið vóru lagaðir av høgdum gróti, og innanfiri var
bróstað við setrisviði, og vóru bróstini útskorin við
eingla-bílætum, pálmum og blómum; men gólvið var av furuviði.
Bæði bróst og gólv vóru klætt við fínum gudli, og alt, sum
brúkast skuldi inni í templinum, var av gudli; men altarið í
forgarðinum, ílátini og annað, sum har skuldi brúkast, var
av kopari.

í sjey ár stóð templið í gerð. Tá ið alt var liðugt,
vígdi Salomon templið. Paktararkin var sett inn í hitt
allar-halgasta, og brenniofifur lagt á altarið. Tá fór Salomon firi
altarið og bað eina hjartaliga bøn. í bønini segði hann:
»Harri! eingin er sum tú, kvørki í himli edla á jørð.
Himl-arnir rúma tær ikki, enn minni hetta húsið, eg her havi bigt;
men lat tó eygur tíni vera opin ivir hesum húsi, og hoyr tú
bønirnar, sum hiðani verða sendar til tín!« Salomon bað
firi ísraels fólki; hann bað eisini firi heidningafólkunum: at
ødl fólk á jørðini kundu læra at kenna Harran. Tá ió
Salomon endaði bøn sína, fadl eldur av himlinum og tendraði
í ofiurið á altarinum; eitt klárt skíggj hevði fi.lt templið; alt
fólkið neig til jarðar og segði: »Harrin er góður, og miskunn
hansara heldur við adlar ævir!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0356.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free