Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
í tríati stykki var hanin skorin,
so var hann inn fyri Rudis borin.
11.
»Tá skuldi eg trúð Steffans tali,
um upp stóð hanin og fór at
gala.«
12.
Rudis hann stóð og sá tar á,
at saman førdist hanin, á
diskin-um lá.
13.
Hann fleyg upp á reyðargull-stól,
hann slóg sína veingi, so fagurt
hann gól.
14.
Hann slóg sína veingi, so fagurt
hann gól,
við hvörjari messu tá syngur hann
í kór.
15.
Ruđis heitir á sveina tvá:
»tit leggið mær saðil á gangara
grá!
16.
Saðlið mær tann besta ein!
tí eg vil ríða i Betlaheim.
17.
Eg vil ríða í Betlaheim
at skoða har tann unga svein.«
18.
Rudis átti ein rumpuhvítan hest,
hann reið til Betlaheim, sum
hann kundi best.
19.
Rudis heim í garðin fór,
úti hon Maria fyri honum stóð.
20.
»Ver vælkomin, Rudis, higar til
mín,
nógvur er blandaður mjöður og
vín.«
21.
»Tú tarft ikki, Maria, fagna meg,
eg vil hava tín son at negla á
træ
22.
Tú tarft ikki, Maria, fagna os,
eg vil hava son tín at negla á
kross.«
23.
»Vilt tú mín hin sæla son hava,
upp til himla tá mást tú fara.«
24.
Rudis hann skuldi til himiríkis
fara,
tólv Guds einglar teir ringdu
honum haðan.
25.
Rudis hann stoyttist til jörðina
niður,
og öll hans indur á vinstra síðu
við.
26.
011 hans indur á vinstru síðu
niður,
sjálvur hin útskotni tók honum
við.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>