- Project Runeberg -  Lesibók /
130

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

14.

Tólv merkur í reyðargulli
vil eg henni geva,
drepur hon tann hin sterka her
og skilur meg við tann trega.

15.

Enntá var tað sendisvein,
hann heim í garðin fór,
úti Guðrun illgerðsfrú
fyri honum stóð.

16.

Ver vælkomin sendisvein
higar út til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjöðin ella vín.

17.

Lítið er mær um mjöðin tín
alvæl minni um vín,
tað er kongur í Noregi,
sendi meg til tín.

18.

Tað er kongur í Noregi,
sendi meg á tín fund,

Noregi er av hendi gingin
eina so lítla stund.

19.

Tólv merkur í reyðargulli
tað vil hann tær senđa,
drepur tú tann hin sterka her
og skilur hann við tann vanda.

20.

Hann torir ei kongur í Noregi
senda mær boðini tey;
drepi eg tann hin sterka her,
hann kemur í størri neyð.

21.

Hann torir ei kongur í Noregi
senda mær boð til handa;
drepi eg tann hin sterka her,
hann kemur í størri vanda.

22.

Svaraði Guðrun illgerðsfrú,
á fáum kann hon hól:
fái eg hans unga son
at blódga í rnín stól.

23.

Fái eg hans unga son,
nú man tað so vera,
tá skal Guðrun illgerðsfrú
miklar ódnir gera.

24.

Enntá var tað sendisvein,
hann heim í garðin fór,
úti kongur í Noregi
fyri honum stóð.

25.

Ver vælkomin sendi vein
higar nú til mín,
hvössu tók Guðrun illgerðsfrú
við örindunum tínum.

26.

Tú gert ikki kongur í Noregi
senda sær boðini tey;
drepur hon tann hin sterka her,
tú kemur í størri neyð.

27.

Tú gert ikki kongur í Noregi
senda sær boð til handa;
drepur hon tann hin sterka her,
tú kemur í størri vanda.

28.

Svaraði Guðrun illgerðsfrú,
fáum kann hon hól;
fær hon tín hin unga son
at blódga í sín stól.

29.

Fær hon tín hin unga son,
nú man tað so vera,
tá vil Guðrun illgerðsfrú
miklar ódnir gera.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0146.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free