- Project Runeberg -  Lesibók /
114

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

25.

So kom eg í henda heyg,
tað var mikil villa,
dvöljist eg her nakra tíð,
man eg kristni spilla.

26.

So komst tú í henda heyg,
hann er av ongum illur,
eg skal telja tær dagatal,
so fert tú ikki villur.

27.

Vilt tú ikki klæði slíta
eftir tann Dagmanns deyða,
eg skal lata tær onnur skera
sett við gullinum reyða.

28.

Vilt tú ikki klæði slíta
eftir tann Dagmann dýra,
eg skal lata tær onnur skera
sett við gulli fríða.

29.

Tí svaraði sveinurin,
sló tað upp í gleim:
frúgvin, líggja mær fljótan hest,
meg listur at ríða heim.

30.

Stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verði tær at grandi,
sjalđan loysti faðir mín
henda falk úr bandi.

31.

Stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verði tær at meini,

tá ið tú kemur av skógi út,
tú vís mínum fola heim.

32.

Frúgvin sat í gullstóli,
hon hevði harm og pínu,
hin væna feldi møðig tár
á báðar armar sínar.

33.

Fylgdi hon honum so langt á leið,
til götur tóku at skilja:
tað ið eg vendi aftur frá tær,
tað er ei við mín vilja.

34.

So rann folin alla nátt,
glaður á geklar slóð,
eldur feyk úr gronurn hans,
tað gjörði ljós í skóg.

35.

So reið sveinur alla nátt,
hans var gangari móður,
eldur dreiv úr nösum hans,
tað bar ljós í skóg.

36.

Sveinur kom til hallar heim,
hann letur síni orð væl sníða:
frúgvin lænti mær fljótan hest,
hin dvörgamoyin fríða.

37.

Frúgvin situr í gullstóli,
hon vekir harm og pínu,
møðig fellir hon blóðig tár
á báðar armar sínar.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0130.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free