- Project Runeberg -  Lesibók /
104

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

108.

Bæði heil og happadrjúgv
skiljast vit á sinni,

Sjúrður, goym væl hesi orð,
og legg tey væl í minni.

109.

Til tess svaraði Sjúrður,
hin gævuligi drongur:
aldri tú, mín veldiga søta,
mær úr huga gongur.

110.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,
helt seg í saðilboga,
hann kyssti frúnna Brynhild
fast av heilum huga.

111.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kom har ríðanđi í garð,
úti sjálvur Buðli kongur
fyri honum var.

112.

Ver vælkomin Sjúrður
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjöðin ella vín.

113.

Lítið er mær um mjöðin tín,
allvæl minni urn vín,
gev mær ungu Brynhild,
onkadóttir tína.

114.

Ver vælkomin Sjúrður,
tú tarvt ei boðini senda,
fullvæl eg tíni forlög veit,
hvör tær skal ganga til enda.

115.

Tú mant verða av aldri ungur,
lívið mann teg tróta,
tú mant ognast Guðrunu,
og Brynhild ikki njóta.

116.

Hevir tú Brynhilđ lovað trú,
væl mant tú vilja halda,
Guðrun blandarvalmannadrykk,
tað man sútir valda.

117.

Undarlig eru tey orðini,
tað man meg ei henda,
eg man ikki mínar ástir
frá tíni Brynhild venda.

118.

Tí svaraði Buðli kongur,
tekur um hjarta at køla;

Júki kongur dóttir eigir,
við ástum man teg tøla.

119.

Tað tykir mær undarligt,
og ei man tað meg ná,
at eg skal mínar ástir
frá tíni Brynhild slá.

120.

Hoyr tú tað nú Sjúrður,
ger tær ei ta skomm,
ríð tær ikki so niðarlaga
hjá Júkagörðum fram.

121.

Ríð tú ikki so niðarlaga
við Júkagarðar fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.

122.

Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
gjarna vil hon forvitnast,
hvört tú ríður fram

123.

Gjarna vil hon forvitnast,
hvört tú ríður fram,
tí hon sær ikki á hestbaki
ein týðuligari mann.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0120.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free